19 Januar 2010
Loksins er punktum sett í málinum ímillum Klaksvíkar Ítróttarfelag og fyrrverandi venjaran Tony Paris
Nú er endalig loysn funnin á málinum og nú kunnu øll í KÍ hyggja frameftir. Formaðurin í Klaksvíkar Ítróttarfelag Tummas Lervig fegnast um semjuna og segði í stuttari viðmerking til heimasíðuna at síðsta tíðin veruliga hevur víst hvussu stóran týdning KÍ hevur fyri Klaksvíkingar, klaksvíkingar í útlegd og Norðoyingar annars.
Stjórin í Sp/f KÍ, Jóhann Lützen sigur við heimasíðuna at fremsta mansliðið hevur bæði leikarafund og venjing á skránni í kvøld. Leikarafundurin byrjar kl. 18.00 og síðani verður venjing á vøllinum aftaná.
Jákup Mørk, ítróttarskribentur hjá Sosialinum skrivar annars soleiðis á portalinum:
Hvørgin parturin kærir dómin, og KÍ hevur fingið vissu fyri, at Tony Paris við hesum sær sítt millumverandi við KÍ sum endaliga avklárað
Dómurin, sum varð feldur í Føroya Rætti, staðfesti, at KÍ skal gjalda fyrrverandi venjaranum beint oman fyri hálva millión í endurgjaldi, rentum og sakarmálskostnaði.
Tann dómin hevur KÍ góðtikið, og í dag hevur felagið fingið váttan fyri, at hetta eisini er góðtikið sum endalig avkláring frá Tony Paris.
Úr KÍ verður sagt, at tey nú royna at troyta øll mið, soleiðis at peningurin, sum skal gjaldast, er tøkur til fríggjadagin í hesi vikuni.
Bæði KÍ og Sp/f KÍ høvdu góð fíggjarlig úrslit í fjør, men fyri tað nógva fór hesin vinningur til at gjalda gamla skuld. Og tí vónar felagið, at tað eisini ber til at fáa nakað av peningi frá mongu góðu stuðlunum, sum altíð hava verið kring felagið.






