Ótrygga støðan Klaksvíkar Ítróttarfelag er í ger at besta mansliðið hevur útsett leikarafundin, ið eftir ætlan skuldi verða komandi mánakvøld

 

Sum flestum kunnugt siglur Klaksvíkar Ítróttarfelag í ótryggum farvatni fyri tíðina. Felagið er dømt at gjalda útvið 500.000 kr. til fyrrverandi venjara samstundis sum felagið áðrenn dómin ikki kann breggja sær av eini serliga góðari fíggjarstøðu. 

Jóhann Lützen, stjóri í Sp/f KÍ sigur við heimasíðuna at umstøðurnar eru so ótryggar í løtuni at bíða verður eftir eini avkláring soleiðis at greiða fast á hvar ein flýtur. Tískil er valt at útseta leikarafundin og venjingar í óásetta tíð.

Heimasíðan fylgir við málinum.