05 Januar 2010
Fyri løtu síðan kom nevndin niður av KÍ loftinum
Nevndin í Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur fundast á KÍ loftinum í kvøld eftir at dómur fall í dag í Føroya Rætti í málinum ímillum felagið og fyrrverandi venjaran Tony Paris. Heimasíðan fekk orðið á Tummas Lervig, formann og spurdi til hvat fundast hevði verið um.
"Vit hava haft ein góðan fund har vit hava viðgjørt dómin, ið var staðfestur í Føroya Rætti fyrr í dag. Nevndin er ikki nøgd við at dómurin ikki púra frífann felagið, men fegnast samstundis um at upphæddin er munandi minni enn upprunaliga kravið hjá Tony." sigur formaðurin.
Spurdur um felagið fer at taka við dóminum og um felagið yvirhøvur hevur ráð til tað svarar Tummas Lervig "Nevndin viðgjørdi hendan spurningin longi og er samd um at kannað ymsar møguleikar fyri hvussu farast skal víðari í málinum."






