05 Januar 2010
Leikarafundur verður á KÍ loftinum mánakvøldi 11. januar
Fyrireikingarnar til komandi kappingarár hava verið í gongd í eina tíð har leikararnir hava vant í Yndi og eisini úti á vøllinum.
Men nú vit eru farin inn í januar verður enn meira ferð sett á, og byrja verður við einum leikarafundi á KÍ loftinum mánakvøldi 11. januar kl. 18.00.
Fitt av broytingum verður at síggja á liðnum har leikarar sum Atli Danielsen, Todi Jónsson, Símun Joensen, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen, Páll Klettskarð, Erland B. Danielsen og Høgni Madsen ikki verða at síggja á 1. deildarliðnum. Eisini er ivamál um hvørt trúfasta verjukempan Jan Andreasen heldur fram. Málmansúrmælingurin Jákup Mikkelsen hevur tíbetur melda út at hann tekur eitt tørn afturat á liðnum.
KÍ hevur tó hópin av fólki at seta í staðin fyri fráfarnu leikararnar. Fleiri av teimum ungu leikarunum vístu í fjør hvør dugur er í teimum har eitt nú Sørmund Kalsø, Ivan Joensen, Jógvan Isaksen, John Hammer, Eli Simonsen, Álvur Christiansen, Rudolf Eliasen og Steffan Kalsø vóru eyðsýndir.
Tað hoyrist at Sigmund G. Jacobsen venur við fullari ferð aftur og er tað at frøðast um, tí hann vísti sera góðar dygdir áðrenn álvarsliga skaðan hann fekk í fótin. Niels Pauli Bjartalíð Danielsen hevði nakrar góðar løtur í fjør og væntandi fer hansara menning at halda á. Bjarki Vágstún ætlar sær óivað eisini upp í part í ár. Henry Heinesen er annar leikari við dygdum frameftir.
Av heilt ungum leikarum eru Oddmar Marsten, Heri Klein Olsen, Ísak Simonsen og Bárður Johnson
Teir tríggir Lakjumennirnir Heðin, Kristian og Oddmar verða ivaleyst at roknað sum stuðulleikarar við royndunum.
Gunnar á Steig er komin aftur í felagið eftir fleiri ár í útlegd og tá hann nú verður lagdur aftrat teimum málmonnunum vit longu hava í felagnum, eru tað óivað mong feløg, ið hyggja við øvund eftir málmanstilfeinginum hjá okkum.
Tað frættist eisini at Aleksandar Djordjevic ætlar sær uppí leikin. Hann hevur vant sera hart síðstu tíðina og hevur smidað eini 20 kg. og sigur hann sjálvur at hann er í betur formi enn tá hann kom til Føroyar á sinni - spennandi verður at síggja um hetta sermerkta comeback'i blívur til nakað.
Eisini leikarar, ið hava verið burturfrá í nøkur ár, sigast at ætla sær at gera ein vørr í ár. Julian Samuelsen, Símun Waag Høgnesen og Jákup Hansen hava gjørt vart við seg og spennandi verður at síggja um teir megnað at koma afturíaftur - skal tað verða, ja so skal tað verða í ár!
Tað sum liggur heilt klárt er at leikarar, ið ynskja pening fyri at leika fyri KÍ og ikki geva seg fult og heilt fyri felagið, kunnu finna sær annað felag at leika fyri!






