05 Januar 2010
KÍ er dómt at rinda $73.000 dollarar til Tony Paris umframt 60.000 kr. í sakarmálskostnaði
Tummas Lervig formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag sigur í stuttari viðmerking til heimasíðuna at nú fer nevndin í KÍ at nærlesa og viðgera úrskurðin. Síðani avgerða vit hvussu farast skal fram, sigur formaðurin at enda
Umroknað til krónur og oyru við dagsins dollarakursi er samlaða upphæddin knappar 436.000 kr. Hetta er munandi minni enn tær 1.400.000 kr., sum fyrrverandi KÍ venjarin hevði sett nøsuna upp eftir.






