Hjalgrím Elttør skiftur blá hvítu blusuna hjá KÍ út við svørt hvítu blusuna hjá B36 komandi kappingarár

 

Leiðslan í Sp/f Kí boðar heimasíðuni frá at Hjalgrím hevur gjørt sáttmála við B36 komandi kappingarár. At tað ikki skuldi eydnast at halda uppá Hjalgrím, nú KÍ skal spæla í 1. deild, varð eisini væntandi.

Formaðurin í Sp/f KÍ Fríðin Ziskason vísti longu á eftir at niðurflytingin varð vorðin veruleiki, at tað neyvan fór at verða nakar sáttmáli skrivaður í vetur, tí tað er felagið ikki ført fyri. Harumframt er trupulleikin eisini, at teir bestu leikararnir vilja leika í bestu deildini, segði formaðurin í Sp/f KÍ.

Hjalgrím sigur at orsøkin til at hann skiftur til B36 er av ítróttarligum áðum. "Eg meti at B36 hevur eitt spennandi lið, sum kann gera seg galdandi í toppinum av føroyskum fótbólti". At enda ynskir Hjalgrím Elttør KÍ alla eydnu framyvir.

Klaksvíkar Ítróttarfelag ynskir Hjalgrím Elttør góða eydnu í tí nýggja árinum og takkar fyri gott samstarv.