Stórur spenningur verður í KÍ høllini fyrrapartin í morgin tá fyritøkur, feløg og stovnar bresta saman í innandura fótbóltskappingini

 

Byrjað verður árla av morgni og liðini eru býtt í tríggjar bólkar

 

Bólkur I - byrjar kl. 08.15

Klaksvíkar kommuna II

Skarðhamar Sp/f

Bakkafrost

Bláa Bylgjan

Føroya Bjór

 

Bólkur II - byrjar kl. 09.15

Effo

Umhvørvisstovan

KBI

Landingarmiðstøð Føroya

Tryggingin Hvítir

 

Bólkur III - byrjar kl. 10.15

Klaksvíkar Býráð

Tryggingin Svartir

Føroya Banki

Klaksvíkar kommuna III

Tekniski Skúlin

 

Tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki fara viðari í tveir kvartfinalubólkar. Tvey tey ovastu av hesum liðunum spæla semifinalu. Tapararnir av semifinaluni spæla bronsudyst ímeðan vinnararnir spæla finalu. 

Vanligir reglar eru galdandi við at 4 leikarar eru á vøllinum í senn hjá hvørjum liði, har ein stendur frammanfyri miðlinjuna. Bandar verða kring vøllin og ikki er loyvt at skjóta uppum bandarnar við vilja. Dysturin varðar 5. minuttir. Tað er ikki loyvt at brúka hond. 

Um tað stendur á jøvnum í semifinaluni og finaluni verður farið beinleiðis til brotsspørk.

Um tað stendur á jøvnum í innleiðandi bólkunum, verður hugt at innanhýsis dystum og síðani málúrtøku og síðani skora flest mál og um tað framvegis stendur á jøvnum verður sjómanstak :))

 

Góða kapping!!