KÍ höllin verður karmur um innandura firmakapping í fótbólti leygardagin 28. november

 

Sum nakað nýtt fer KÍ at skipa fyri innandura fótbóltskapping har bert virkir, stovnar og felög kunnu luttaka. Leiðslur í fyritökum kunnu við hesum skipa fyri einum stuttligum og örvísi degi fyri síni starvsfólk - leiðslunar eru tó meir enn vælkomnar at leika við sjálvi :)

Tað er upp til liðini sjálvi hvussu tey skipa seg. Hvört liðið skal helst hava 5 leikarar har 4 eru á völlinum í senn. Viðurkendur dómari heldur skil á inni á völlinum. Tey starvsfólk, ið ikki hætta sær á völlin kunnu stuðla sínum liðum frá síðulinjuni við herrópum. 

Kappingin byrjar kl. 08.00 á morgni og heldur fram til kl. 13.30. Vinnaraliðini fáa steyp til ognar.

Kostnaðurin fyri at luttaka er 2.000 kr. pr/lið. Verða tvey lið tilmeldaði er kostnaðurin 1.000 kr. fyri næsta liðið osv. Peningurin fer til rakstur av fremsta mansliðinum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag

Kaffi, sunkist og smyribreyð verða at fáa. 

 

Tilmelding:

Jóhann Lützen, tlf. 210797, Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna.

Fróði Lassen, tlf. 218546, Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna.