Sum tað sást á fyrstu venjingini verður talan um egið tilfeingi og tað gott eisini

 

Aleksandar hevði boðsent leikarunum. Ætlanin er at hesir í hövuðsheitum koma at verða teir sum kempa um pláss á fyrsta-liðnum.

Leikararnir, ið luttóku á fundinum, vórðu hesir: Jákup Mikkelsen, Eilif Arge, Rudolf Eliasen, Oddmar Marsten, Sörmund Kalsö, Jógvan Isaksen, Sigmund Jacobsen, Heri K. Olsen, Bjarki Vágstún, Álvur Christiansen, Kristian Andreasen, Isak Simonsen, John Hammer, Eli Simonsen, Niels Pauli Bjartalíð Danielsen, Hjalgrím Elttör, Steffan Kalsö og Barður J. Heinesen.

Sum vant blivu teir heilt feskastu leikaranir presenteraðir á fundinum. Ungdómsdeildin hevur í ár spýtt fýra talentir upp til vaksnamannadeildirnar. Oddmar Marsten er 16 ár og er verjuleikari. Ísak Simonsen er 16 ár og er miðvallari. Ísak er lítlibeiggi hjá Eli Simonsen so viðingar eru væl mannaðir á besta KÍ liðnum. Heri Klein Olsen er 17 ár og er verjuleikari. Bárður Johnson Heinesen er 19 ár og leikar í álopinum. Felags fyri allar er at teir eru allir evnaríkir og svangir eftir at sleppa at royna seg á besta KÍ liðnum. 

Hesa fyrstu tíðina verður vant tvær ferðir um vikuna. Mánadag úti og hósdag inni. KÍ er so mikið væl stillað at inni ber bæði til at venja í höllini og í Yndi. Sum skilst fáa leikararnir eitt persónlit fitness-programm sniðka júst til teirra törv.