09 November 2009
Leikarafundur verður á KÍ loftinum í kvøld kl. 18.00 og aftaná verður lættur dystur á skránni
Fyrireikingarnar til kappingarárið 2010 fara í gongd í kvøld. Aleksandar Djordjevic samlar mennirnar saman eftir steðgin og síðani stendur venjing, venjing og meira venjing á skránni fyri KÍ leikararnar.
Fremsta mansliðið flutti sum kunnugt niður í næst bestu deildina og KÍ skal nú venja seg við henda nyggja leiklut, tó at vónin er ikki at gera ein langan steðg á næstu rók.
Viðvíkjandi leikaratilfarinum verður sjálvsagt nakað av broytingum at síggja. Kristoffur Jakobsen og Erland B. Danielsen eru farnir í onnur feløg at leika ímeðan Gunnar á Steig er heima í KÍ aftur.
Atli Danielsen, Todi Jónsson og Høgni Madsen eru hvør í sínum lagi farnir til Danmarkar.
Í kvøld verður so leikarafundur á KÍ loftinum har komandi kappingarár verður umrøtt. Síðani verður ein lættur dystur á vøllinum. Sum skilst verða Aleksandar, Jákup og Eyðun við síðulinjuna í kvøld.






