Eftir fleiri ár í útlegd verður dámligi málverjin Gunnar á Steig aftur at síggja í KÍ næsta kappingarár

Hetta eru sanniliga gleðilig tíðindi at bera øllum KÍ viðhaldsfólkum. Gunnar er 33 ára gamal og er tískil nústaðni við at koma í rættan málmansaldur. Royndirnar hevur hann nógvar og kennir hann felagið út og inn. Saman við Jákup Mikkelsen vil hann heilt víst verða ein støðu kelda til íblástur hjá yngru málmonnunum í felagnum.

KÍ ræður nú yvir óvanliga góðum fólki á málmanspostinum.