Í síðsta dystinum fóru eiðismenn avstað við øllum og niðurflytingin er nú ein veruleiki

 

 

Veðrið batnaði somikið at ráðiligt varð at spæla síðsta dystin í hesum kappingarárinum

Liðið hesuferð: Jákup Mikkelsen, Sørmund Kalsø, Jan Andreasen, Rudolf Eliasen, Atli Danielsen, Høgni Madsen, Símun Joensen, Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør, Steffan Kalsø og Todi Jónsson

Dysturin var sera nógv merktur av keðiliga veðrinum, men leikararnir stríddust á vøllinum. Tað mundu neyvan verða meir enn eini 400 áskoðarar til dystin. 

EB/Streymur fekk eitt mál í hvørjum hálvleiki. Síðstu 20 minuttirnar høvdu KÍ nakrar kjansir men inn vildi bólturin ikki. 

Vit endaðu nr. 9 í ár og er tað væl á góðari leið tá avrikið í ár skal gerast upp. Næsta kappingarár spælur KÍ í 1. deild.