Nú sær meir enn óvanliga svart út og niðurflytingin er helst ein veruleiki

Vit taptu 4-2 og harvið mugu vit helst innstilla okkum uppá 1. deildarfótbólt næsta ár á mannfólkasíðuni.

Liðið hesaferð: Jákup Mikkelsen, Oddmar á Lakjuni, Sørmund Kalsø, Atli Danielsen, Jan Andreasen, John Hammer, Símun Joensen, Hjalgrím Elttør, Heðin á Lakjuni, Kristoffur Jakobsen og Steffan Kalsø

Enn er ein teoretiskur kjansur fyri at vit yvirliva og til hetta krevst at vit vinna 6-0 ímóti EB/Streymi samstundis sum B36 taptur 4-0 ímóti B68, so sigast má at kjansurin júst bert er teoretiskur. Skuldi tað ekstremt sensationella hent at KÍ yvirlivir, ja so er tað vælsaktans tað størsta sum er hent síðan kinverjar uppfunnu vognhjóli áleið 2.500 fyri kristi føðing.

Hjalgrím Elttør fekk bæði málini og otar hann seg spakuliga men trygt uppeftir toppskoraralistanum.

Enn einaferð vóru hópin av KÍ viðhaldsfólkum í vestara skýlinum. Við slíkum uppbakningi tá støðan er so hættislig sum hon hevur verið í alt ár, kann ein bert gleða seg til uppbakningin tá sólin aftur fer at skína á flaggskipið hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.

Klaksvíkar Ítróttarfelag ynskir Havnar Bóltfelag tillukku við 20. meistaraheitinum.