Sunnudagin ætla vit okkum at vinna slagið bæði á og uttanfyri vøllinum

Image
Ivaleyst verða hesi at síggja í Gundadali sunnudagin (mynd. Kjartan Madsen)

Bláa Bylgjan skipar fyri bussferð til dystin í Havnini sunnudagin. Einki aldursmark er, og ei heldur er neyðugt at verða limur í Bláu Bylgjuni.

Tilmelding innan leygardagin kl 18.00. Dysturin byrjar sunnudagin kl 15.00. Koyrt verður frá KÍ høllini (eystarumegin á parkeringsplássunum) kl 13.00.

Stemningurin millum bláu viðhaldsfólkini hevur verið framúr hesar báðar seinastu dystirnar, meðan leikararnir hava gjørt sítt á vøllinum við góðum úrslitum. Sunnudagin ætla vit okkum at vinna slagið bæði á og uttanfyri vøllinum.

Tilmelding á tlf.  282822  (Hans Jacob Heinesen) ella á t-post Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna. (tá skal navn og tlf upplýsast)

Seinasta freist at melda til er leygardagin kl 18.00

Prísur:
Børn (undir 18 ár): 80 kr.
Vaksin: 100 kr