20 September 2009
KÍ vil framvegis ikki leggja seg og vann fult uppiborðið á Injector Arena í dag

Allir mans kempaðu fyri sakini í ringa veðrinum í dag og enn livir vónin at halda sær í bestu deildini
Liðið hesaferð: Jákup Mikkelsen, Sørmund Kalsø, Oddmar á Lakjuni, Jan Andreasen, Atli Danielsen, John Hammer, Símun Joensen, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen, Steffan Kalsø og Heðin á Lakjuni
KÍ legði betur út og megnaði at trýsta vágamennirnar aftur á vøllin. Tað spurdust ikki teir heilt stóru kjansirnir burturúr, men í 20. minutti fær Hjalgrím eina djúpa sending innum 07 Vestur verjuna, bólturin fer nakað út í vinstra borð. Úr spíðskum fær Hjalgrím tó avslutta og bólturin smýgur sær framvið málverjanum út í høgra síðunet. Fantastisk avslutning, tí tað var onga aðrustaðni Hjalgrím kundi haft sett bóltin, men samstundis heldur ivasamt avrik av málmanninum. Frøðin var stór á teimum nógvu fjepparunum, ið høvdu leita sær á Injector Arena í illveðrinum.
KÍ fór til hálvleiks við einari uppibornari leiðslu. Tað fór at regna enn meir í seinna hálvleiki og vindurin øktist.
Í seinna hálvleiki høvdu bæði Hjalgrím Elttør og Tór Ingar Akselsen verið einsamallir við málmanninum og misnýtt, áðrenn Sørmund legði KÍ á odda 2-0 við frálíkum stútara eftir hornaspark úr høgru. Nú tóktist luftin at fara úr vágamonnum og Hjalgrím fekk enn ein risakjans eftir at Steffan Kalsø hevði verið einsamallur við málmanninum, sum var staddur langt úti í brotsteiginum. Hjalgrím lobbaði, men bólturin fór beint við síðurnar av. Í yvirtíðini fekk 07 Vestur mál eftir horna og spenningur kom í aftur dystin. 07Vestur megnaði tó ikki at javnað og sostatt eru teir fluttir niður í 1. deild.
KÍ vil framvegis ikki leggja seg og næsti dystur er ímóti HB í Gundadali.







