KÍ leggur seg ikki og vann ein sera spennandi dyst úti á Toftum ígjár

Image
Hjalgrím júst skora (mynd. Kjartan Madsen)

Tað stóð nógv á hjá KÍ, men teir megnaðu uppgávuna til UG. KÍ vann á B68 á svangaskarði og er hetta fyrsta tap sum mennirnir hjá Bill hava haft har í ár. Hetta vísir at liðnum hjá okkum bagir einki tá allir menn stríðast fyri sakini.

Liðið hesuferð: Jákup Mikkelsen, Oddmar á Lakjuni, Sørmund Kalsø, Atli Danielsen, Jan Andreasen, John Hammer, Símun Joensen, Hjalgrím Elttør, Heðin á Lakjuni, Kristoffur Jakobsen og Steffan Kalsø

Venjarin hevði gjørt fleiri broytingar á liðnum í mun til síðst. Heðin varð fluttur longur fram á vøllin, Hjalgrím inn á miðjuna og Steffan upp í topp. Kristoffur var aftur inniá liðnum og tað merktist har hann var eyðsýndur úti á vonginum. Oddmar og Sørmund mannaðu bakkplássini. Miðverjan, Atli og Jan, stóð stinn og báðir verjukendu miðvallararnir, John og Símun, vóru óførir.

Í fyrra hálvleiki løgdu okkara menn betri út og fingu eisini mál í 35 minuttir tá Hjalgrím Elttør smekkaði bóltin í kassan. Teir sera nógvu KÍ-fjeppararnir undir leiðslu av óføru Bláu Bylgju vóru í hopla. Slíkir fjepparar eru gull verdir fyri felagið

Image
Tann harða kjarnan

B68 megnaði ikki at svara aftur og KÍ streyk avstað við øllum. 

Næsti dystur er ímóti 07Vestur á Injector Arena.