13 September 2009
Teir næstbestu tryggjaðu sær ígjár gullkrónurnar eftir eitt sannførandi kappingarár
Hetta kom eftir at KÍ spældi javnt ígjár ímóti B36. Dysturin endaði 1-1. Harvið endar KÍ ovast í 2. deild hóast ein dystur er eftir at leika.
2. deild hevur verið manna av ungum evnaríkum leikarum saman við nøkrum royndum leikarum. Eyðun Klakstein hevur verið venjari.
Heimasíðan ynskir gørpunum eitt hjartans tillukku






