13 September 2009
Ein mental upprudding má til fyri at venda gongdini
Tað varð ikki í fuglafirði at vit fingu skava nøkur stig saman í royndini at vinna okkum upp um strikuna.
Liðið hesuferð: Jákup Mikkelsen, Sørmund Kalsø, Jan Andreasen, Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør, Steffan Kalsø, Eli Simonsen, John Hammer, Símun Joensen og Todi Jónsson
Veðrið var av tí allar fagrasta tá hópin av KÍ viðhaldsfólkum høvdu leita sær til fuglafjarðar. Enn einaferð vóru fleiri KÍ viðhaldsfólk enn heimaáskoðarar, men einki batti.
Leikarum okkara feila einki. Fleiri teirra hava nógvar altjóða royndir, bæði í UEFA kappingum, U21 og A-landsliðnum. Tørvur er at fáa tað mentala uppá pláss, at fáa leikararnar at trúgva uppá at tað ber til og Petur Mohr er rætti maðurin til tess.
Næsti dystur er mikudagin á Toftum






