27 August 2009
Champions League líknandi tilstandir verða at síggja á Injector Arena leygardagin 29. august tá tvey 3. deildarlið hjá KÍ leika sínar kvartfinalur
3. deild A har Henry Heinesen er venjari hava kvalificera seg í kvartfinalurnar uttan stórvegis trupulleikar. Teir hava vundi úr øllum mótstøðuliðunum og skulu nú leika ímóti NÍF a. Dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 17.45 á Injector Arena
3. deild C har Jóhann Lützen er venjari hava eisini strítt seg fram til kvartfinalurnar. Teir hava ikki verið eins sannførandi og 3. deild A, men tað ljóðar úr leguni at hetta liðið minnir nógv um týsku maskinuna, ið bert blívur betri jú longri kappingin líður. Teir møta VB/Sumba sum er eitt sera gott lið. Hesin dystur verður bríkslaður ígongd kl. 15.30 á Injector Arena
Returdystirnir verða leygardagin 5. september har 3. Deild A skal til havnar, ímeðan 3. Deild C skal drúgvan og strævnan túr til Suðuroyar ;)Av tí at drúgva kappingar í smærri deildunum hava verið allan dagin kann roknast við at frásparki ikki heilt verður stundisliga.






