27 August 2009
Páll Klettskarð er farin aftur til Danmarkar har hann er undir útbúgving
Páll Klettskarð, sum hevur leikt nakrar dystir við fremsta liðnum hjá KÍ og eisini skoraði tvey mál, verður ikki við fleiri dystir hjá KÍ í ár. Páll gongur í skúla í Danmark og er byrjaður aftur við útbúgvingina í Keypmannahavn eftir summarsteðgin.
Páll fer at spæla við Vanløse sum liggur í 2. division Øst. Tað er fyrrverandi venjarin hjá Páll og Fremad Amager, Michael Madsen sum hevur tryggja sær evnaríka U-21 leikaran.
Vit takka Páll fyri innsatsin hesuferð og ynskja honum góða eydnu við útbúgvingi og fótbóltinum. Vónandi verður Páll aftur at síggja í blá-hvítu KÍ-blusuni í framtíðini.






