26 August 2009
Sum ein liður í at styrkja venjaratoymi hjá KÍ, er Petur Mohr settur sum høvuðsvenjari felagsins tað sum eftir er av kappingarárinum.
Hettar er gjørt í fullari semju við venjaraparið Alexandar Djordjevic og Jákup Mikkelsen.
Aleksandar heldur fram sum hjálparvenjari hjá Petur Mohr samstundis sum hann heldur fram sum venjari hjá 1.lið kvinnur - har uppgávan er at endurvinna føroyameistaraheitið.
Klaksvíkar Ítróttarfelag






