20 August 2009
Flott liðavrik tryggjaði okkum øll stigini ímóti flúgvandi Víkingunum

Todi vísti klassan og varð ein støðug hóttan ímóti Víkingaverjuni nú hann kom aftur á liðið eftir skaða. Gott veður var til dystin.
Liðið hesuferð: Jákup Mikkelsen, Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni, John Hammer, Høgni Madsen, Páll Klettskarð, Steffan Kalsø, Hjalgrím Elttør og Todi Jónsson. Kristoffur Jakobsen kom inn fyri Toda og Sørmund Kalsø kom inn fyri Hjalgrím Elttør.
Venjaratoymi hevði framt nakrar rokeringar á liðnum. Í miðverjuni vóru í dag Oddmar á Lakjuni og Atli Danielsen og komu teir báðir væl frá uppgávuni. Hetta var besti dystur hjá Atla síðan hann kom aftur í felagið.
Bert 30. minuttir áðrenn dystin sá út til at dysturin slett ikki fór at verða bríkslaður í gongd orsakað av vánaligum veðri, men beint undan dystarbyrjan bleiv nærmast logn.
Rómurin varð øgiligur til dystin og Bláa bylgja hevði gjørt seg út við fløggum og setti hetta veruliga dám á dystin. Bláa bylgjan eru fantastiskir at fyriskipa og felagið er sera fegið um teirra konstanta uppbakning. Flott Bláa bylgjan!
Fyrsta málið kom tá bólturin bleiv spældur upp til Toda, sum, trýstur av Víkingamiðverjanum, tók bóltin niður við bringuni og spældi hann elegant innum verjuna til ein stórleypandi Hjálgrím í vinstru, sum setta vinstru skøjtuna á og so stóð 1-0 til KÍ. Eitt sera vakurt mál har serliga aktiónin hjá Toda vakti ans.
Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 1-0. Vakur fótbóltsspæl gjørdist talan ongantíð um. Bæði liðini kempaðu fyri sakini.
Í seinna hálvleiki fekk KÍ enn eitt mál og var tað aftur Hjalgrím Elttør sum fekk síðsta fótin á. KÍ fór í snarálop og eftir nakað av ping-pong frammnfyri málið smekkaði Hjalgrím bóltin í kassan.

Víkingur kom ongantíð fyri seg eftir hetta. Heldur var tað KÍ sum legði seg nakað aftur og skapti hetta nakrar vandamiklar støður, men til alla lukku hildu vit tætt.
Tá dómarin bríkslaði dystin av var sannur fagnaður og fólk tysjaðu inná vøllin. Hetta hendir vist bara í Klaksvík :)
Næsti dystur er ímóti B36 sunnudagin. Ein sann KÍ invasión er væntandi í Gundadali.






