10 August 2009
Dáttliga bórust boðini sunnumorgunin um Árni Joensen, sum andaðist bert 58 ára gamal

Árni Joensen var formaður fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag frá 1994 til 1998 og hetta tíðarskeiði var merkt av stórum avbjóðingum og vøkstri.
Árni Joensen tók við formannsessinum longu á heysti 1993, tá Karl Heri Joensen fór í løgtingið fyri Asbjørn Joensen, sála. Á aðalfundinum í februar 1994 var Árni valdur til formann og stjórnaði felagnum við hepnari hond. Undir slagorðunum - KÍ er fyri øll - legði hann dent á at øll skuldu kenna seg væl og á skipaði viðurskiftið kring fótbóltin og hondbóltin - ítróttarungdómi okkara at frama.
Tá KÍ í 1992 fekk í boði sum fyrsta føroyska felagið at luttaka í Evropa Cup sum meistarar, varð kjallarin í heiminum hjá Rannvu og Árna umgjørdur til KÍ-skrivstovu. Alt samskiftið við lettiska høvuðsstaðarfelagið - Skonto Riga - gekk umvegis heimið á Heygavegi og ofta var trupult á at skina nær Árni var til arbeiðis og nær hann arbeiddi fyri KÍ.
Árni var formaður tá KÍ vann kappingina um løgmannsteypið í 1994 og árið eftir stóð hann á odda fyri felagnum í samband við søguliga sigurin á Svangaskarði móti Ísraelsku steypavinnarunum - Maccabi Haifa. Hetta var fyrsta ferðin at føroysk felag hevði vunnið dyst í evropa cup.
Árni var ein djúphugsandi maður sum eisini kundi verða tvørur tá á stóð. Hesir eginleikar komu felagnum til góðar og tað var við Árna Joensen sum formanni at ognarviðurskiftini kring KÍ-høllina vóru fingin í rættlag og hevur hetta havt stóran týdning fyri felagið fram til dagin í dag.
Árni hevði hjarta við øllum pørtum av Klaksvíkar Ìtróttarfelag og tí verður hann eisini stórliga saknaður.
Vit drýpa høvur og minnast vin okkara Árna Joensen við takksemi. Klaksvíkar Ítróttarfelag vil sýna tykkum Ránnvu og børnunum; Ragnar, Súsannu og Janu okkara djúpastu samkenslu.
Ein serlig heilsan til syskini hjá Árna: Jóna Tórfríð, Ása og Jógvan Andreas. Sorgin og saknurin er størstur hjá tykkum, men má Harrin signa og styrkja tykkum øll.
Friður verður við minninum um Árna Joensen.
Klaksvíkar Ítróttarfelag.






