Stórdysturin fellur saman við risatiltakinum, ið Summarfestivalurin eftirhondini er blivin til

  • Í hesum sambandi er umráðandi at áskoðarar og festivalgestir kunna seg um viðurskiftini kring dystin og festivalin. Niðanfyri eru nøkur praktisk ting í samband við dystin

 

  • Atgongumerkið til dystin kostar 80 kr. og er bert galdandi fyri sjálvan dystin. Armbond hjá Summarfestivalinum hava einki við dystin at gera

 

  • Mælt verður til at øll, ið ætla sær til fótbóltsdyst og síðani á Summarfestival, at fáa sær armbond uppá aðrenn dystin. Hetta forðar fyri laaangum bíðirøðum eftir dystin.

 

  • Báðar inngongdirnar við skýlið verða stongdar. Men allar hinar inngondirnar eru opnar sum vanligt. Fólk, ið ynskja at sita í skýlinum kunnu ganga inn við inngongina hjá Tummas Thomsen ella við inngongina bøgøta/Atlantis

 

  • Inngongd til Summarfestivalin verður við Flagsteltið og millum Atlantis og Húsmøðrafelagið - tó eru hesar inngondir bert til teirra, ið hava fingið sítt armband uppá

  • Tey, ið ikki hava fingið sítt armband uppá undan dystinum mugu yvir til høvuðsinngongdina fyri at fáa armband.

 

  • Tey, ið ynskja at fara í Maverick undir dystinum mugu hava armband

 

Vónandi vil henda kunning lætta um hjá áskoðarum og festivalgestum!