Aldrin hevur KÍ verið eyðmýkt eins og í streymnesi í dag har eitt rungandi 7-0 tap skelkaði teir uppmøttu fjeppararnar

Greipuvinnararnir hølvaðu okkum av í dag. Úrslitið varð ikki eitt mál ov mikið og endaði tað við 7-0 til eiðismenn. Hetta er samstundis størsta tap nakrantíð hjá KÍ í bestu mansdeildini.

Í 1979 tapti KÍ 8-1 ímóti TB á Tvøroyri og tá vit skoraðu eitt mál tá verður hetta roknað sum eitt betri úrslit. TB kom á odda 6-0, men so fekk Jákup "Bigge" Mikkelsen minkað um munin og tá var tað at Finn Stampe segði legendarisku orðini "Kom nu, vit hava teir!!" við hinar Kí leikararnar.

Fleiri orð eru óneyðug!!!!