26 Juli 2009
Botnbraki endaði við at okkara menn fóru avstað við øllum og tað var eisini rætta úrslitið

Hjalgrím Elttør hevði júst fingið viðurskiftini í lag soleiðis at hann kundu tørna út fyri barndómsfelagið og sigast má hann gjørdi veruligan mun! Høgni Madsen vísti eisini hvør dugur er í honum nú hann aftur er í KÍ
Liðið hesaferð: Jákup Mikkelsen, Jógvan Isaksen, Rudolf Eliasen, Jan Andreasen, Sørmund Kalsø, Høgni Madsen, Atli Danielsen, Kristoffur Jakobsen, Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør og Todi Jónsson. John Hammer kom inn fyri Atla Danielsen, Páll Klettskarð kom inn fyri Toda Jónsson
Stórur spenningur var undan dystinum og eini 500 KÍ viðhaldsfólk høvdu leita sær vestur at stuðla okkara dreingjum. Vit løgdu betur fyri og fingu mál eftir horna tá Atli Danielsen var hægstur og stútaði í netið til 1-0. Nakað eftir hetta javnaðu vágamenn eftir trunkaspæl í KÍ brotsteiginum og restina av hálvleikinum høvdu vágamenn takið.
Í seinna hálvleiki løgdu vit meira fyri og byrjaðu at dominera miðjuna, har Atli og Høgni kanaliseraðu bóltarnar fram eftir vøllinum. Ein av hesum bóltunum fann vegin fram í vinstru til Hjalgrím og hjálparsleysi verjuleikarin kundi einki gera enn bara registrera Hjalgrím sneiða seg ov og planta bóltin upp í handara horn - ein perla! av eini perlu :)
Sir Alex royndi seg við nøkrum útskiftingum og m.a kom Páll Klettskarð inn fyri Toda, sum gjørdi tað gott í dag. Tað gekk ikki long tíð áðrenn hetta gav úrslit. Eitt kontraálop sendi Hjalgrím avstað í vinstru og hann fann Páll í høgru við 16. metur linjuna og Páll knallaði bóltin í kassan uttan nakran kjans hjá 07 Vestur málverjan. Rómurin var øgilgiur á KÍ fjepparunum og vaksnir menn sóust enntá hálsfevnast.
Tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð sat Todi longu í flúgvarinum, ið fór til keypmannahavnar. Leikararnir fegnaðust saman við áskoðarunum og nú hava vit fingið fatt í liðini beint omanfyri okkum. Vit mugu tó fáa armarnar niður beinavegin og gera klárt til næsta dyst.
Allir leikarar komu væl frá uppgávuni í dag.
Úrslitini hjá KÍ í ár kunnu síggjast her






