Toftamenn vístu hvør munur er á toppi og botni í bestu mansdeildini i dag

Image
Todi júst skorað (mynd. Kjartan Madsen)

Spenningurin var stórur til dystin í dag. Tað regnaði illa í fyrra hálvleiki ímeðan tað var dýrdarveður í seinna hálvleiki. Mundi KÍ fara at halda góðu gongdini og síðani vóru fólk eisini spent at vita hvussu nýggju leikararnir hjá okkum mundu fara at roynast.

Liðið hesaferð: Jákup Mikkelsen, Oddmar á Lakjuni, Jan Andreasen, Sørmund Kalsø, Heðin á Lakjuni, Erland B. Danielsen, John Hammer, Atli Danielsen, Niels Pauli Bjartalíð Danielsen, Kristoffur Jakobsen og Todi Jónsson. Á bonkinum vóru Eilif Arge, Jógvan Isaksen, Eli Simonsen, Jón Jacobsen og Páll Klettskarð

KÍ legði betur fyri og megnaðu at trýsta B68 aftur á vøllin fyrstu løtuna. Heilt stórir kjansir spurdust tó ikki burturúr. So við og við javnaði spælið seg og B68 legði seg á odda eftir frísparksinnlegg sum Ahmed Keita skallaði í netið. Eftir hetta royndi KÍ seg og hetta gav úrslit eftir hornaspark har bólturin kom at liggja hjá Toda Jónsson, sum resolut smekkaði bóltin í kassan. Rómurin varð øgilgiur á Injector Arena hesa løtuna og hon kendist eisini ævintýrakend. Beint undan steðginum fekk B68 aftur fríspark, sum varð lagt innfyri og har varð Niklas Joensen hægstur og beindi bóltin í netið til hálvleiksstøðuna 1-2 til B68. Tað sum serliga stóð eftir fyrra hálvleik var at stórtalenti hjá okkum Erland B. Danielsen varð borin út við skaða í knænum. Nú vóna vit at skaðin ikki er so alvorligur.

Í seinna hálvleiki átti B68 tað mesta og øktu teir um leiðsluna tá Óli Olsen slapp ígjøgnum í høgru. Jákup kom út ímóti, men fekk ikki steðga toftamanninum. Nakað seinni gjørdist støðan 1-4 tá Niklas Joensen fekk sítt seinna mál. Páll Klettskarð sum var komin inn tá umleið 20. minuttir restaðu í fekk minkað um støðuna til 4-2.

Vit mugu taka tey jaligu tingini úr dystinum og brúka tey næsta dyst ímóti 07 Vestur. Vit fingu tvey mál og tað vóru báðir debutantarnir Todi og Páll sum skoraðu. Eisini vænta vit at spæli fer at ganga betur nú leikararnir koma at kenna hvønnannan betur. Enn er alt í okkara hondum og nú er at bretta upp um ermar og stríðast fyri sakini!!!