Ungi U-21 landsliðsáleyparin hevur skrivað undir sáttmála, ið knýtir hann at KÍ restina av kappingarárinum

Image
Páll og Todi liðfelagar á øðrum sinni

 

 

Tað hevur ljóðað leingi at Páll Klettskarð var á veg til KÍ og eisini hevur hann vant við KÍ síðani venjingin byrjaði aftur eftir summarsteðgin. Og í kvøld gjørdust Páll og leiðslan í Sp/f KÍ samd um ein sáttmála, sum knýtur Páll at KÍ restina av kappingarárinum.

"Eg eri sera glaður fyri at venda aftur til mítt barndómsfelag og eg vil gera mítt til at fáa eitt fast pláss á liðinum og vónandi skora nøkur mál" sigur Páll Andrasson Klettskarð í stuttari viðmerking til heimasíðuna.