14 Juli 2009
Heimasíðan setti nýggja KÍ miðvallaranum stevnu til eitt gott (KÍ) fótbóltsprát

Vit spurdu sjálvsagt fyrstu hvussu henda avtalan kom í lag og nær tað gjørdist greitt fyri Atla at KÍ vóru áhugaði í at fáa hann hendavegin aftur at leika. Atli greiður frá at tá ið Frem fór av knóranum, setti KÍ seg í samband við hann og fregnaðust um hann ikki var áhugaður at spæla seinnu hálvu við KÍ. Atli hevði sera góðan hug at koma heim at hjálpa til. Avtalan kom í lag um mánaðarskifti juni/juli.
Tá vit spyrja inn til týdningin sum KÍ hevur fyri Atla er hann ivaleysur. "KÍ hevur stóran týdning fyri meg og hevur verið ein stórur partur av mínum barna- og ungdómsárum. Í KÍ havi eg knýtt nógv vinarbond og fingið nógv góð minnir. Eg spældi á einum sera góðum liðið upp gjøgnum barna- og ungdóms deildirnar har eg kann nevna leikarar sum Hjalgrím Elttør, Kristian á Lakjuni og Símun Joensen, sum kanska teir allarbestu. Har vóru eisini aðrir fínir leikarar" sigur Atli og leggur aftrat at í vaksnamannadeildini hevur hann eisini haft tann heiður at hava leikt saman við nógvum sera góðum leikarum og vil hann ikki taka nakran einstakan burturúr.
Atli hevur sera góð minnir um sína tíð í KÍ og hóast hann bert hevur vunnið eitt føroyameistaraheitið (við smápiltum 1993) so eru mong minni sum standa sterk.
Og hvat væntar Atli so av teimum komandi dystunum? Atli sigur at hesir verða ótrúliga harðir og spennandi. "Vit mugu ikki gloyma at vit liggja undir strikuni og tað snýr seg um at yvirliva. At vænta annað vildi verið at lagt ov stórt trýsta á leikararnar" sigur ein avgjørdur landsliðsmiðvallari.
Atli rennur dagliga fyri at verða í form og hann skiftur ímillum langar teinar og interval-venjing. Stendur tú nær Atla so ivast tú ikki í at hann er í toppform!
Spurdur um hvat hann heldur um KÍ-liðið í dag heldur Atli at liðið er sera spennandi. "Har er nógv gott at byggja víðari uppá. Vónandi klárar man at halda seg í deildini í ár og halda uppá fólkið. Um man so fær styrkt seg við 2-3 leikarum aftrat, so trúgvi eg at tað ber til at blanda seg í toppin" sigur ein bjartskygdur Atli Danielsen at enda






