Fyri at koma í nóg góða venjingarstøðu venur Todi við Søllerød-Vedbæk, ið spælur í donsku 2. deild

Image
Todi venur miðvíst

 

Síðani tíðindini bórust at Todi Jónsson hevði gjørt sáttmála við KÍ síðstu dystirnar í ár, hava spurningar verið settir til hansara venjingarstøðu. Sum kunnugt er Todi búsitandi í Danmark við familju sínari og tískil kemur hann at pendla nakað ímillum Føroyar og Danmark.

Bold.dk skrivar, í samrøðu við Lars Dalsborg venjara í Søllerød-Vedbæk, at avtala er gjørd við Toda at hann venur við nakrar ferðir um vikuna við Søllerød-Vedbæk hesa komandi tíðina.

Todi kemur til Føroyar leygarmorgunin og fær tískil væntandi síðstu venjingina við áðrenn dystin ímóti B68. Orsøkin skal finnast í tí at Todi er í tí lukkuligu støðu, at kona hansara er við barn og er sett at eiga júst í hesum døgum.