KÍ søkir eftir trygdarvørðum til heimadystir hjá fremsta mansliðinum

Tað eru nógv fólk til arbeiðis tá fremsta mansliðið hjá KÍ spælir heimadystir sínar. Hesi fólkini eru skipaði í toymir og eitt av hesum er trygdartoymi við Maller Jacobsen á odda. Trygdarvørðar eru krav frá FSF og hesir syrgja m.a fyri at leikarar, venjarar og dómarar verða væl vardir.

"Vit hava brúk fyri fleiri trygdarvørðum, kanska serliga nú tá tað hevur gingið betri hjá okkara monnum og væntast kunnu fleiri fólk" sigur Maller við heimasíðuna.

Tað plagar at ganga friðarliga fyri seg tí føroyingar eru sera róligir til dyst, og tískil er arbeiðsbyrðan ikki serliga tung at lyfta.

Ein eyka ágóði trygdarvørðar hava er at teir sleppa at síggja blá hvítu hetjurnar hvønn heimadyst.

Um tú hevur hug at gerast trygdarvørður hjá KÍ so er bert at seta seg í samband við Maller Jacobsen á tlf. 21 63 88