10 Juli 2009
Kaffitoymi kring vøllin søkir eftir trimum brúktum barnavognum til seinnu hálvu

Kaffisølan heldur fram í seinnu hálvu so áskoðarar fáa hita seg væl við kaffi og øðrum góðum til heimadystirnar í seinnu hálvu. Tað er Katrin Jacobsen, sum stendur á odda fyri kaffitoyminum og tær fara treystar undir seinnu hálvu eisini.
Í mun til fyrru hálvu sigur Katrin at ætlanin er at gera kaffisøluna rullandi við vognum og eisini barnavognum. "Enn mangla vit einar tríggjar barnavognar og tískil hevði tað verið gott um onkur kundi latið ein brúktan barnavogn, sum vit kundu brúkt" sigur Katrin
Barnavognurin á myndini er í heldur góðum standi, men vognarnir skulu kunna nýtast :)
Tey sum vilja lata ein barnavogn kunnu seta seg í samband við Katrin Jacobsen á tlf 45 53 81






