07 Juli 2009
Av trygdaráðum verða bert 2.000 atgongumerki seld til dystin ímillum bestu liðini hjá KÍ og B68, sum verður sunnudagin 19. juli á Injector Arena

Væntast kunnu sera nógv fólk til fyrsta heimadystin í seinnu hálvu. Hetta kemst partvíst av góða stimanum sum KÍ er í, og harumframt at landsliðsmiðvallarin Atli Danielsen og fótbóltsúrmælingurin Todi Jónssson nú aftur eru í vælkendu blá-hvítu KÍ troyggjuni.
Tískil er avgerð tikin um at av trygdaráðum verða bert 2.000 atgongumerki seld til dystin.
Í hesum sambandi verða atgongumerki seld í forsølu á Magn-støðini í Klaksvík og í kioskini við Toftagjógv á Toftum frá mikudegnum 8. juli til og við leygardagin 18. juli.
Kostnaðurin er 80 krónur.






