07 Juli 2009
1. liðs hópurin fer í gongd aftur við venjingina til seinnu hálvu og nøkur nýggj eyðkend andlit verða at síggja

Leikararnir hava haft eina lítla feriu síðan síðsta dyst ímóti ÍF tann 24. juni. Í dag byrjar so venjingin aftur og fyrsti dystur verður 19. juli á heimavølli ímóti B68. KÍ hevur skrivað undir við tveir klassaleikarar í Toda Jónsson og Atla Danielsen og tað verður spennandi hvussu venjaratoymi fer at nýta hesi bæði sera góðu kortini teir hava fingið í hendurnar.
Harumframt hava fleiri av teimum yngru leikarunum víst, at tað liggur eitt risa potentiale í teimum. Her kunnu nevnast eitt nú Niels Pauli Danielsen, Ivan Joensen og Sørmund Kalsø. Hesir vilja bara gerast betri og betri við tíðini. Steffan Kalsø vísti síðstu dystirnar at hann er ein hóttan í álopspartinum og sær út til at hesin leikluturin passar væl til hansara spælistíl.
Venjingin byrjar í kvøld kl. 18.00 og sum vant verða tað óivað fleiri fólk, ið hyggja at venjingini. Tað frættist úr KÍ leguni at hvørki Atli og Todi verða við í venjingini í kvøld. Teir eru báðir í Danmark, men hava báðir fingið eina stramma venjiætlan frá venjaratoyminum.






