Sterki landsliðsmiðvallarin hevur skrivað undir sáttmála við KÍ

Image
Atli hevur nógvar royndir frá útlandinum og landsliðnum

Leiðslan í Sp/f KÍ arbeiður miðvíst við at fáa KÍ skútuna uppá beint. Ein partur av hesum arbeiði er at styrkja um fyrstaliðs hópin í samráð við venjaratoymi. Fyribils hevur hetta haft við sær at Todi Jónsson og Atli Danielsen verða at síggja á KÍ-liðnum í seinnu hálvu.

Bláa bylgjan fekk orðið á Atla og segði hann seg gleðast um at koma heim.

- Nú havi eg sæð nakrar dystir og vant nakrar ferðir við KÍ hópinum í ár, og tað er einki at ivast í, at fleiri komandi stórspælarar eru á veg. Tað eru fleiri talentir á KÍ liðnum, og lítið er at ivast í, at um hesir leikararnir halda áfram at spæla fyri KÍ, kann roknast við, at felagið aftur kemur at liggja í toppinum í føroyskum fótbólti um ikki so langa tíð, sigur Atli Danielsen.

Heimasíðan ynskir Atla Danielsen hjartaliga vælafturkomnan :)