Besta mansliðið er farið í feriu og gitingarnar eru av álvara farnar í gongd viðvíkjandi hvørjir nýggir leikarar munnu fara at verða knýttir at felagnum

Sjálvt um fótbóltsummarferia er í hondum er hetta júst tíðin tá nógv spennandi gongur fyri seg har feløg styrkja seg við nýggjum leikarum. Vit hava sæð at onnur feløg longu nú hava fingið sær nýtt blóð og spurningurin er so um hvussu støðan er við KÍ.

Leiðslan í Sp/f KÍ hevur í eina tíð, í samráð við venjararnar Jákup Mikkelsen og Aleksandar Djordjevic, arbeitt við møguleikanum at knýta nýggjar leikarar at fyrstaliðshópinum. Venjingin byrjar aftur 7. juli og møguliga verða nýggir leikarar at síggja á Injector Arena til ta tíð

"Vit fylgja sjálvsagt væl við hvat rørir seg á leikaramarknaðinum og um vit síggja tær røttu loysnirnar fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag so fylgja vit tí avgjørt upp" sigur Jóhann Lützen, stjóri í Sp/f KÍ.

Hann vil tó ikki koma nærri inná nøvn og tískil kunnu vit bert bíða spent og vita hvat hendir í summarsteðginum