25 Juni 2009
Vit vunnu okkara annan sigur á rað og nú hava vit givið okkum ein góðan kjans til seinnu hálvu
Vit vunnu 3-2 ímóti ÍF í dag. Stríðsviljin varð eyðsýndur og einstøk leikaraavrik vóru sera góð.
Liðið hesuferð: Jákup Mikkelsen, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni, Sørmund Kalsø, Oddmar á Lakjuni, Niels Pauli Danielsen, Erland B. Danielsen, John Hammer, Eli Simonsen, Kristoffur Jakobsen og Steffan Kalsø
KÍ legði harðliga út og kom á odda tíðliga í dystinum. Kristoffur var arkitekturin tá hann spældi puss við ÍF verjuni og legði innfyri úr vinstru til Steffan, ið stórtrívist við álopsleiklutinum hann hevur fingið frá venjaratoyminum, og hann setti fótin á og elegant plaseraði bóltin í nærmastu vinstru. Áskoðararnir vóru ovurfegnir, men skjótt kom ÍF fyri seg aftur. Ein av teirra útlendingum fekk eina góða avlevering úr teirra vinstru og setti bóltin trygt í netið - hetta málið minti nakað um KÍ málið. Nakað undan steðginum fær KÍ aftur mál tá Jógvan Isaksen verður spældur ígjøgnum úti í høgru. Hann jagstrar bóltin og fær akkurát strekt seg mikið at hann fær bóltin innfyri og útfrá, ÍF verjuleikarin nær ikki bóltin og John Hammer fær uppá ein ella annan genialan hátt útplaserað ÍF málverjan. 2-1 og so hugsaðu vit øll at nú kundu vit halda leiðsluna til hálvleiks, men so skuldi ikki verða. ÍF fekk smáspælt seg ígjøgnum KÍ verjuna einaferð enn og so skoraði hin útlendingurin. KÍ leikararnir fingu ikki stundir at geva bóltin upp so hevði dómarin bríksla til hálvleiks. Ein heldur tóm kensla hekk yvir Injector Arena hesa løtuna.
Í seinna hálvleiki var spæli onki serligt. Miðvøllurin var fyri tað mesta staðið har tingini gingu fyri seg og einki serliga elegant heldur. Heldur varð kempa fyri hvørjum einasta sentimetri, spælið gekk aftur og fram. KÍ kom til vandameiru kjansirnar. Eitt nú spældi Jón Jacobsen óført úti í vinstru og var hann óheppin ikki at skora mál, hann mundi hava einar tveir heilt góðar kjansir. Heðin á Lakjuni spældi á vinstra bakki og loysti hann hesa uppgávu til UG, serliga um hugsa verður um at hetta var hansara fyrsti dystur í langa tíð eftir drúgva skaðapausu. Heðin kann veruliga gera vinstra bakk plássið til sítt egna komandi mongu árini, nú hann sjálvur er við at koma upp í árini.
Tað var eisini Heðin á Lakjuni sum varð settur at taka frísparki í yvirtíðuni. Úr høgru legði hann ein innsvingara og enn einaferð vísti Jógvan Isaksen góðan nakkaførleika tá hann hegnisligta setti høvdið á og kølið legði bóltin í handara høgru. Rómurin varð øgiligur á Injector Arena og ÍF leikararnir smokkaðu í einki. Dómarin bríkslaði av og fólkini fegnaðust saman við leikarum, venjarum og leiðslu.
Leikaraavrikini vóru framúr. Oddmar á Lakjuni spældi væl í byrjanini í kappingarárinum og hevur nú sitið úti í nakrar dystir, hann fekk kjansin aftur og hevur veruliga givið venjaratoyminum høvuðbrýggj í mun til hvør skal spæla í miðverjuni framyvir.
Sørmund er fantastiskur og so er hann bara 17 ár. Hesin garpur kann koma heilt langt við sínum fótbóltsevnum
Ivan spældi væl tá hann kom inn og seinni hevði hann fráfaringar veitslu vegna sína loknu víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans - við øðrum orðum, hann er júst liðugur við 10. flokk :)
Niels Pauli vísti góðar taktir og er hann eitt navn, ið liðleiðarin Tom Jakobsen óivað oftani fer at festa á blað undir KÍ-liðuppstillingi framyvir.
Allir vóru góðir hendan dagin!
Nú er fótbólturin farin í feriu og næsti dystur verður 19. juli tá stórflúgvandi toftamennirnir koma á vitjan á Injector Arena






