23 Juni 2009
Framyvir verður kraft inn til eitt korter er eftir av dystum hjá besta mansliðnum hjá KÍ
Tað skulu nógvir pengar til at reka eitt fótbóltslið í dag og samstundis hevur KÍ eisini merkt fíggjarkreppuna væl.
Tískil er avgerð tikin um at frá mikudegnum 24. juni verður kraft inn til 15. minuttir eru eftir av dystunum. Hetta er vanlig mannagongd aðrastaðni í landinum.
"Áskoðarainntøkurnar eru sera týdningarmiklar fyri raksturin av felagnum og tær eru faktiskt munurin á um vit hóra undan fíggjarliga ella ikki" sigur Fríðin Ziskason, formaður í Sp/f KÍ í stuttari viðmerking til heimasíðuna.
Eisini skal gerast vart við at tey, ið hava árskort til dystirnar hjá KÍ skulu minnast at hava tey við til dyst og vísa tey fram. Tey, ið av misgávum hava gloymt kortið, verða at gjalda fyri dystin.
Burturblivin kort kunnu fáast aftur við at ringja til Jóhann Lützen á 210797.
Børn í skúlaaldri sleppa framvegis ókeypis til dyst.






