17 Juni 2009
Liðini samdust um javnleik og tað kunnu havnamennirnir betur liva við
Samstundis sum vit fingu eitt stig megnaði 07 Vestur tað sama og ÍF vann sannførandi ímóti AB. Samanumtikið eru vit sostatt verri fyri eftir hetta leikumfarið í mun til síðsta leikumfar. Enn eru tó nógv stig at spæla um.
Liðið hesuferð: Jákup Mikkelsen, Steffan Kalsø, Jan Andreasen, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen, Erland B. Danielsen, Allan Joensen (Oddmar á Lakjuni), Ivan Joensen, Kristoffur Jakobsen, Jón Jacobsen (Niels Pauli Danielsen) og Leon Bjartalíð (Adrian Stauss)
B36 kom á odda tíðliga eftir hornaspark har Brima Koroma stóð púra ódekkaður og kundi seta høvdið á bóltin til støðuna 1-0. KÍ royndi at trýsta og hetta gav úrslit tá Ivan Joensen fekk javnað til støðuna 1-1 eftir at Kristoffur hevði dribla seg ígjøgnum B36 verjuna. Liðini fóru til hálvleiksthe við javnleiki.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk B36 aftur mál eftir hornað og hetta er nakað vit mugu fara at venja meir. Nú sá svart út, men okkara leikarar góvust ikki so, men trýstu á aftur og Jógvan Isaksen javnaði við einum bakvendum skallara. Hetta hendi eftir at KÍ hevði hornað úr høgru.
Bæði liðini fóru eftir sigrinum men hvørki liði megnaði at fáa fleiri mál. Samanumtikið var javnleikur helst eitt rættvíst úrslit.
Næsti dystur er ímóti AB á Argjum






