17 Juni 2009
Spenningurin er øgiligur undan botngysaranum á Injector Arena í kvøld
Dysturin byrjar í kvøld kl. 19.00. Venjararnir eru sum vant tættir um uppstillingina, men sum skilst verður Allan Joensen við í kvøld. Heðin á Lakjuni er framvegis skaddur og verður tískil ikki við. Jan Andreasen verður við aftur eftir at hava sitið uttanfyri vegna leikbann. Annars eru allir mans tøkir hjá venjaratoyminum.
Kravið er ein sigur og um hetta eydnast so er møguligt at vit flyta okkum av aftasta plássi. Um hetta skal gerast veruleiki mugu allir leikarar kempa til síðsta mann og eisini er neyðugt við góðum uppbakningi uttanifrá.
Teir óføru fjeppararnir í Bláu bylgju gera heilt nógv burturúr í kvøld og byrja upphitingina í Maverick longu kl. 17.00
Sum nakað nýtt verður skipað fyri felags upphiting í skýlinum kl. 17.30 við Jórun & Jórun á odda. Bláa bylgja heitir á allar KÍ fjepparar um at møta upp í bláum og hvítum






