Arvafíggindarnir fóru við øllum í Gundadali og vit brendu enn eitt brotsspark

Vit vilja ikki taka av møguleikunum, ið koma okkara veg og sita vit eftir við hugsanum um "hvat um?".

Liðið hesuferð: Jákup Mikkelsen, Rudolf Eliasen, Jógvan Isaksen, Sørmund Kalsø, Jan Andreasen, John Hammer, Eli Simonsen, Erland B. Danielsen, Ivan Joensen, Heðin á Lakjuni og Leon Bjartalíð

Vit taptu 4-2 ímóti HB og varð hetta eisini í ordan, men søgan hevði kunnað verið ein onnur, eins og ímóti ÍF, høvdu vit lagt okkum á odda uppá brotsspark í 35. minutti. Heðin var óheppin og misnýtti.

HB legði betur út og høvdu takið, men KÍ fekk fyrsta veruliga kjansin tá Erland, ið annars enn einaferð leikti væl, varð feldur í HB brotssteiginum eftir at hann hevði snýtt HB verjunia. Brotsspark varð dømt, men av eini ella aðrari undarligari orsøk fekk Hans á Lag bert gult kort. Heðin á Lakjuni tók ábyrgd, men misnýtti og so kundu teir mongu KÍ fjeppararnir í stóra skýlinum bert bíða til hol kom á hjá okkum. Og tað var sami maður, sum skuldi verið útblakaður, ið legði HB á odda og soleiðis kom skilaleysa dømingin at kosta okkum dýrt. Eftir hetta skoraði Andrew av Fløtum til 2-0 tá hann tók alla KÍ verjuna av bóli við einari elegantari og skjótari avslutning í vinstru, sum smeyg sær í handara hornið.

Seinni hálvleikur varð ikki gamal og so lá bólturin aftur í KÍ málinu1m sum Páll Mohr Joensen syrgdi fyri. Aleksandar skifti Kristoffur inn í seinna hálvleiki og hann gjørdi tað til 3-1 tá hann smeyg sær framvið HB verjuni og setti bóltin í kassan. KÍ leikararnir fingu ein lítla vón, men hana punkteraði vælleikandi Andrew við einum sera vøkrum málið til støðuna 4-1. Sørmund Kalsø fekk sítt fyrsta mál á besta liðinum hjá KÍ í endanum av dystinum til endaligu støðuna 4-2.

At tapa ímóti vælleikandi HB í Gundadali er eingin skandala, men tað er í egnari holu at vit skulu tryggja okkum stigini, ið at enda skulu tryggja okkum framhaldandi sæti í bestu deildini.

Næsti dystur er ímóti NSÍ á Injector Arena mánadagin 1. juni kl. 17.00