22 Mai 2009
Framúr avrik frá øllum monnum tryggjaðu okkum virðismikið stig ímóti greipuvinnarunum úr EB/Streymi
Taktiskt sær út til at vit eru við at finna stevið har teir fáu rutineraðu leikararnir vit hava eru settir á røttu støðini - ein í málinum, ein í verjuni og ein á kantinum/álopinum.
Liðið hesuferð: Jákup Mikkelsen, Rudolf Eliasen, Jógvan Isaksen, Jan Andreasen, Sørmund Kalsø, John Hammer, Erland B. Danielsen, Ivan Joensen, Kristoffur Jakobsen og Leon Andreasen
Venjararnir høvdu valt at broytt verjupartin nakað við tað at Jan varð koyrdur í miðverjuna saman við Sørmund. Síðan varð Jógvan fluttur á vinstra bakkpláss, Rudolf á høgrabakk ímeðan Steffan gleið út á bonkin, sum tó verður brúktur í offensiva partinum av spælinum og hetta megnaði hann væl. Henda broyting riggaði til fulnar og ivaleyst verður hetta leisturin framyvir. Á miðjuni vóru Erland, Ivan og John, á kantunum Heðin og Kristoffur ímeðan Leon stríddist óført frammi í álopinum.
Tað sum var serliga hugaligt við hesum dystinum varð hvussu væl okkara menn stríddust fyri sakini. Vit vóru omaná meginpartin av dystinum og við eitt sindur av hepni høvdu vit kunnað farið avstað við øllum trimum stigunum. Tó so, EB/Streymur lógu eisini framvið og tað er eisini væntandi av greipuvinnarum.
Í fyrra hálvleiki løgdu vit hart út har fleiri av okkara leikarum vóru eyðsýndir. Eitt nú Heðin á Lakjuni vísti hvør dugur er í honum og gevur hann liðnum eina eyka dimensión við hansara raidum í vinstru. John Hammer spældi ein sera góðan dyst, hansara vørumerki er stríðsviljin og tað er fantastiskt at vita sær at ungdómsdeildin enn einaferð hevur ment ein slíkan miðbanaspælara. Erland er ein veruligur bóltsnillingur á miðjuni har hann snarar, driblar og avleverar sum fáur - eitt satt fornøjilsi at síggja hann spæla fótbólt og guð viti hvar eitt slíkt fæst fyri bert 80 kr.
Allir leikarar skulu verða stoltir av sínum avriki í dag!
EB/Streymur er eitt sera gott lið og hava teir lagt fleiri kvalitetsleikarar aftrat hópinum eftir at teir vunnu greipuna í fjør. Í so máta kunnu vit bara halda høvdið høgt tí flestu EB/Streyma leikararnir hava leikt saman í fleiri ár ímeðan flestu okkara leikarar spæla saman á fyrsta sinni (í hesari samansetingini)
Leiðslan hevði valt at leggja dystin kl. 17.00 og virkaði hetta sera væl. Til dystin í dag var stórsta áskoðaratal í ár á Injector Arena. Veðrið var eisini av tí fagrasta. Bláa bylgjan róptu av øllum alvi og sett altjóða dám á Injector Arena - flott, flott. Smádreingirnir seldu kaffi og lutaseðlar. Jú, tað er hugnaligt á plenuni har klaksvíkingar og norðoyingar savnast um KÍ.
Í seinna hálvleiki kom EB/Streymur betri við og komu til nakrar kjansir. Teir føldu seg snýttar fyri brotsspark, men dómarin lætst ikki um vón. Tiltiknu marginalarnir smíltu okkara veg kanska, men vit gjørdu okkum eisini fortjentar til tað í dag. Adrian sum kom inn seint í seinna hálvleiki mundi skora sigursmálið í yvirtíðini, men so skuldi ikki verða.
Næsti dystur er ímóti HB í havn sunnudagin og læt okkum øll fylla stóra skýlið og taka trý stig norð við undir leirvíksfjørð.






