18 Mai 2009
Liðini samdust um javnleik á Injector Arena
Tað gekk ikki heilt sum væntað, men vit fingu vent ringu gongdini og fingu eitt kærkomið stig.
Liðið hesuferð: Jákup Mikkelsen, Rudolf Eliasen, Steffan Kalsø, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen, John Hammer (Ivan Joensen), Eli Simonsen (Arnold Joensen), Erland B. Danielsen, Heðin á Lakjuni, Kristoffur Jakobsen (Jan Andreasen) og Leon Bjartalíð
Vit løgdu út sum eitt ódnarveður og vóru 2-0 omaná eftir bert 20 minuttum. Kristoffur Jakobsen fekk bæði málini og vísti hvør dugur er í honum. Tað fyrra málið kom eftir trunkaspæl beint framman fyri málið, har 07Vestur ikki fekk bóltin vekk og so trýsti Kristoffur bóltin inn. Hinvegin var hitt málið einastandandi flott, bæði uppspælið og avslutningin. Bólturin varð spældur skjótt og elegant fram eftir miðjuni og Kristoffur gjørdist púra leysur við málmanninum og hann vísti klassan við eini framúr frekkari avslutning har hann chippaði køli
Eftir hetta kom 07Vestur betur við og fingu teir eitt brotsspark tá John Hammer skumpaði ein leikara niður. Jens Erik Rasmussen var ósvikaliga tryggur á 11 metrunum og sett bóltin í kassan. Og tað gekk ikki longi so var støðan 2-2. Leon gjørdi fríspark á miðjum vølli nakað úti í vinstru. Frísparki varð tikið og fór millum vinir og fíggindar og endaði í KÍ málinum. Sera hugstoytt at missa hesa leiðslu uppá hendan mátan.
Restina av dystinum var munurin ikki so stórur ímillum liðini. Tað tóktist sum bæði ikki vildu tapa heldur enn at royna at fáa sigurin í hús. Tó so, í endanum fekk Ivan ein super kjans at avgerða dystin, men málmaðurin stórbjargaði.
Næsti dystur er hósdagin ímóti EB/Streymi á Injector Arena






