Ringa gongdin heldur fram eftir greitt tap ímóti toftamonnum á Svangaskarði

Vit fóru enn einaferð av vøllinum uttan at hava skora mál. Í hinum endanum fóru tvey ígjøgnum, men varð tað ikki fyri Jákup Mikkelsen, høvdu enn fleiri mál farið í okkara netmeskar.

Liðið hesuferð: Jákup Mikkelsen, Rudolf Eliasen, Steffan Kalsø, Jógvan Isaksen, Sørmund Kalsø, Álvur Christiansen (Eli Simonsen), Ivan Joensen, John Hammer (Leon Bjartalíð), Erland B. Danielsen, Jan Andreasen og Kristoffur Jakobsen.

Heðin á Lakjuni og Allan Joensen vóru ikki tøkir vegnað skaða.

Í fyrra hálvleiki løgdu toftamenn seg omaná beinavegin í nógva vindinum. KÍ spældi mest uppá kontra. B68 vóru vandamiklir og komu til fleiri kjansir í fyrra hálvleiki, men fyri teimum stóð vælupplagdi Jákup Mikkelsen. Tí einuferðina fekk  hann tó ikki vart fyri tá innlegg kom úr vinstru og B68 áleyparin setti pannina á til støðuna 1-0. Hetta málið minti sera nógv um sigursmálið hjá ÍF vikuna frammanundan. Hálvleiksstøðan var 1-0.

Í seinna hálvleiki legði KÍ trýst á beinavegin uttan at hetta gav úrslit. B68 fingu síðani takið á dystinum og løgdu seg á odda 2-0 eftir frísparksinnlegg úr høgru. Eftir hetta fekk B68 reytt kort og spældu vit aftur 11 ímóti 10. Men vit megnaðu ikki at skapa nakað nevniverdigt frameftir vøllinum. B68 vann dystin fult uppiborðið og vit mugu aftur á tekniborðið fyri at vita hvussu vit nú fáa leðurkúluna í mótstøðumálið.

Spurnarkassin í høgru síðu hevur staðið síðstu tvær vikurnar tí at støðan hevur verið tann sama. Har siga 47% av tykkum at vit mugu skora uppá kjansirnar ímeðan 42% siga at vit hava fingið tað vit hava uppiborðið. 11% halda at vit hava verið óhepnir at tapa. Fótbóltur handlar um at vinna á hinum liðinum og til tað krevst at vit skora fleiri mál enn mótstøðuliðini og tað er hetta vit hava trupulleikar við í løtuni.

Næsti dystur er ímóti 07Vestur á Injector Arena