04 Mai 2009
Søgan endurtók seg tá vit fóru av vøllinum við ongum ímóti fuglfirðingum

Vit taptu ímóti IF ígjár uppá einasta kjansin teir skaptu. Hinvegin skaptu vit ikki tað stóra, men brendu eitt brotsspark í fyrra hálvleiki.
Liðið hesuferð: Jákup Mikkelsen, Steffan Kalsø, Rudolf Eliasen (Oddmar á Lakjuni), Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen, Jan Andreasen, John Hammer, Erland B. Danielsen, Kristoffur Jakobsen, Bjarki Vágstún (Álvur Christiansen)og Adrian Stauss (Tórður Lervig)
Sørmund byrjaði sín fyrsta dyst í ár eins og Bjarki. Oddmar fór út á bonkin. Heðin var framvegis ikki tøkur og tað vóru Eli, Allan og Ivan heldur ikki. Tað ljóðar at hælsinan hjá Ova drillar so mikið at hann ikki fær spælt tað stóra meir í ár.
Í fyrra hálvleiki var dysturin tættur. ÍF og KÍ høvdu bæði kombinatiónir frameftir vøllinum. Hjá okkum var tað enn einaferð Kristoffur sum vísti gott spæl í vinstru og eisini Erland vísur dyst aftaná dyst hvør dugur er í honum. Hjá ÍF var ungi lakjumaðurin í høgru Dánjal serliga eyðsýndur.
ÍF spældi væl fram eftir í vinstru og løgdu innfyri og har setti ein ÍF ari høvdi á og fekk bóltin í kassan, hóast Jákup var nær við at bjarga. Nakað eftir hetta fekk Adriann eina sending fram eftir vøllinum og ÍF noyddust at hála í neyðbremsuna - straffi og reytt kort til Bartal. Jákup kom fram at skjóta, men var óheppin og skeyt ov langt til vinstru soleiðis at bólturin rakti stongina og út. Flest øll høvdu sett lánsgjøld okkara á at Jákup fór at skora, men soleiðis skuldi ikki vera.
Eftir hetta sat KÍ á øllum, men spæli gekk ov lítið fyri seg í tí síðsta triðinginum. Kristoffur rak enn einaferð sjálvur fram eftir vinstru og legði innfyri og bólturin trillaði framvið ÍF málinum uttan at nakað KÍ bein kom á - segði nakar Deja Vu? Vit komu annars til ov lítið av kjansum.
Í seinna hálvleiki átti KÍ tað sum var. Onkur skot vóru uppá mál, men heilt farligt gjørdist tað ongantíð. Aleksandur framdi nakrar útskiftingar, men líka lítið hjálpti.
Sólin skein oman og niðan í dag, men enn vil sólin ikki heilt nerta við KÍ. Ein fór aftur av vølli við eini kenslu av at hvat skulu vit gera fyri at fáa eitt mál?
Tað løgna er at enn einaferð fara vit av vølli og hava ligið omaná meginpartinum av dystinum uttan at fáa nakað við til hús. Medicini ímóti hesum er heilt einfalt at fáa leðurkúluna í netmeskarnar hjá mótstøðuliðunm oftari.
Vit trúgva uppá at málini fara at koma úti á svangaskarði






