27 Apríl 2009
Argjamennirnir takkaðu fyri og fóru avstað við øllum tá vit ikki tóku av møguleikunum sjálvir

Fjøldin fór skuffað til hús eftir at KÍ tapti 1-0 ímóti AB á Injector Arena. Upprykkjararnir høvdu lítið at bjóða uppá, men fingu tó eitt mál sum tryggjaði teimum øll trý stigini. Okkara menn spældu seg fram til fleiri góðar kjansir, men megnaðu ikki at fáa bóltín í netmeskarnar.
Liðið hesuferð: Jákup Mikkelsen, Steffan Kalsø, Rudolf Eliasen, Oddmar á Lakjuni, Jógvan Isaksen, Arnold Joensen (Bjarki Vágstún), Eli Simonsen (Álvur Christiansen), John Hammer, Erland B. Danielsen, Kristoffur Jakobsen, Tórður Lervig (Ovi Nysted)
Heðin á Lakjuni varð ikki við vegnað skaða. Á bonkinum uttan at koma inn vóru Sørmund Kalsø og Eilif Arge
Nýggi landsliðsvenjarin Brian Kerr sat saman við hjálparvenjarinum Jens Martin Knudsen í KÍ-skýlinum og sá fyrra hálvleik. Seinna hálvleik fór hann til fuglafirðar at hyggja at ÍF - B68.
Í fyrra hálvleiki løgdu bæði liðini varliga út, men so við og við legði KÍ seg omaná og skapti tveir, tríggjar góðar kjansir. Men inn vildi bólturin ikki. Tórður Lervig hevði ein fínan kjans men plaseraði bóltin ov langt til høgru.
Í seinna hálvleiki settu KÍ leikararnir ferðina upp og vórðu aftur omaná. Søgan endurtók seg við at bóltarnir fóru viðsíðurnar av AB málinum. John Hammer hevði tveir kjansir har serliga annar var ein risakjansur, men hann skeyt viðsíðurnar av til vinstru. Kristoffur Jakobsen royndi fleiri ferðir við sínum eyðkendu rykkum frameftir vøllinum og tí einu ferðina varð heilt nær við. Hann rak alla AB verjuna av úr vinstru og legði so bóltin innfyri, men bólturin slapp at rulla allan vegin tvørtur um málið uttan at nakað KÍ bein kom á. Kristoffur varð dagsins maður á Injector Arena í dag og óivað verða boð send eftir honum til landsliðið.
AB lúrdi uppá kontra og so hendi tað sum ikki mátti henda, tá Rasmus Nielsen skoraði uppá júst eitt kontra álop. 1-0 til AB og KÍ kom ongantíð ordiliga fyri seg eftir hetta.
Boðini herfrá skulu verða at blíva við at stríðast fyri sakini. Málini - og harvið stigini - fara at koma.






