Øll try liðini í triðju deild vunnu sínar dystir á Injector Arena ígjár

Fyrst vann Viðareiðisliðið 4-3 ímóti Undri. Eitt av málunum fekk gamla kí hetjan Sørin Petersen. Hann lobbaði hegnisliga úr vinstru.

Síðani spældi tað unga triðjudeildarliðið, undir leiðslu av Henry Heinesen, ímóti einum veteranliði frá Víkingi. KÍ vann dystin 3-2. Málini fyri KÍ fingu Jón Jacobsen (2) og Henry Heinesen.

At enda leikti sokallaða dream team, har Jóhann Lutzen er venjari, ímóti einum ungum Víkingaliði. Gøtumenn fingu buksuvatn og noyddust undir Leirvíksfjørð við einum 9-0 ósigri. Málini fingu Helmar Lassen (3), Rani Jacobsen (2), Dánjal Kjærbo, Jákup Oluf á Lakjuni, Andrias Ellingsgaard og Jákup Hansen

3. deild er skipað í fýra bólkar á sjey lið. Ovastu liðini kvalificera seg so víðari eftir undanspæli.