25 Apríl 2009
Tríggir royndir trolbassar hava skift øll netini í málunum
KÍ hevur ómetaliga nógv góð hjálparfólk, ið taka um endan tá eitthvørt skal gerast. Málini hava verið i ringum standi har serliga netini hava verið slitin og trongt til at verið skift út.
Í vikunu hava teir tríggir Andor Isaksen, Kristoffur Dragaberg og Karl Jákup Ósa Eliasen skift øll netini út soleiðis at øll málini við vøllin í dag síggja flott og nosslig út.
Tak er kun et fattigt ord, verður sagt, men herfrá skal ljóða ein stór tøkk til trolbassarnar.






