Havnamennirnir sluppu avstað við øllum og vit vóru sáraóheldigir ikki at fáa nakað við okkum norðuraftur

Vit spældu ímóti flúgvandi B36'arunum og teir flúgva framvegis. Vit taptu 1-0 eftir máli sum unga B36 stjørnan Róaldur Jacobsen fekk og gudarnir viti hvussu vit gjørdu tað. Vit høvdu fleiri kjansir, men megnaður tíverri ikki at fáa bóltin í B36 málið.

Liðið hesaferð: Jákup Mikkelsen, Steffan Kalsø, Rudolf Eliasen, Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Eli Simonsen, Erland B. Danielsen, John Hammer, Ivan Joensen, Kristoffur Jakobsen og Adriann Stauss

At fáa eitt mál ímóti sær í Gundadali ímóti B36 er eingin skandala, men hinvegin er tað einki serligt ikki at koma á máltalvuna. Vit høvdu nakrar góðar kjansir og serliga Kristoffur Jakobsen átti at haft skora eitt ella tvey mál.

Sum tit síggja á stigatalvuni eru vit keðilgia nær botninum og nú mugu vit fáa ein sigur næsta dyst í Klaksvík.

Hvat hildu tit um dystin?