16 Apríl 2009
Flestu fólk síggja fyrstu dystirnar sum eina lærukurvu, ið peikar uppeftir

Í spurnarkassanum "tín hugsan" spurdu vit fólk "hvat situr eftir, eftir dystin í dag (KÍ-Víkingur)"
Av teimum fýra svarmøguleikunum hava meina 45 % at unga og óroynda KÍ-liðið lærur fyri hvønn dyst. Hyggja vit eftir árinum sum er farið so fellur KÍ í teir kassar har ein vanliga setur ung og óroynd lið. Tá liðið er undirtippa klárar tað seg oftani væl, imeðan tá liðið fær eina favorittleiklut, so kann oftani skrædnað. Vit hava sæð júst hetta tá vit vóru undirtippaðir ímóti ávíkavist NSÍ og Víkingi og so eisini tá vit vóru favorittar ímóti 07Vestur.
Hyggja vit at einstøkum pørtum av spælinum vænta og vóna vit at teir fara at læra nógv. Vit hava nú spælt tríggjar dystir og felags fyri teir allar eru at vit spæla betri í fyrra hálvleiki í mun til seinna. Hetta er nakað sum venjararnir óivað arbeiða hart fyri at broyta uppá. Tað góða í hesum ringa er at trupulleikin er til at fáa eyga á - tað ræður um at hækka botnniveau'ið um alla linjuna í seinra hálvleiki, so skuldi farið at gingið betur.
Eisini varð ein hending í KÍ - Víking dystinum, sum oftani kemur fyri hjá nýggjum óroyndum liðum. Man kemur á odda og stendur seg væl, men so við eitt hevur hitt liðið skora tvey mál uppá onga tíð. Hetta fara leikararnir at leggja sær í geyma og heilt víst arbeiða hart fyri at hetta ikki endurtekur seg. Man skal minnast til at fleiri av leikarunum spæla sínar fyrstu dystir hvørjaferð teir leika, ímeðan aðrir ið hava spælt nakað meiri, spæla sínar fyrstu dystir sum berandi kreftir á besta KÍ-liðinum. At so leikararnir koma afturíaftur, eftir eina inspireraða innskifting frá Alex, og javnað til 2-2, sigur nakað um at stríðsviljin og trúgv uppá egnan mátt er væl innstallerað í leikararnar - hesir eginleikar eru sera týdningarmiklir hjá leikarum.
Síðani er tað nýggi darlingurin á KÍ-liðinum, Ivan Joensen, ið fekk 32 % av atkvøðunum. Málið hann fekk varð einastandandi og hugsa vit um unga aldur hansara, so gerst málið bara enn betri í tilvitskuni. Málið er eisini ein av kandidatunum til rundens mål í 3-2. Tað er stuttligt at síggja evnaríku leikararnar blomstra á besta liðinum. Felagið nørir og fjálgar alsamt um urtagarðin og í ár eru fleiri spírar farnir at síggjast. Ivan Joensen er ein teirra og við neyðugum arbeiðsinnsatsi, eyðmýkd og hepni kann hann røkka heilt langt innan fótbóltin.
12 % halda at Tórður Lervig kann gerast tann næsti Kurt. Tað sum serliga verður hugsa um her er ein høgan og sterkan áleypara, ið kann terroriserað mótstøðverjurnar. Tórður er júst høgur og sterkur. Tórður er sloppin framat í ár og hann hevur tikið av kjansinum. Hann hevur leikt væl, skora nøkur mál í upptaktini og hevur eitt skot sum fáur.
11 % av tykkum halda at Jákup Mikkelsen er ein hetja. Ivaleyst halda øll tað, men vóru kanska meira hugaði at seta sín kross aðrastaðnis tí øll vita at Jákup Mikkelsen er ein KÍ-hetja og vísti hann tað aftur ímóti Víkingi við fleiri góðum bjargingum - tað skal heilt einfalt nakað heilt serligt til um ein ynskir at skora ímóti Jákup.






